- Tíðindi, mentan og ítróttur
Árni Frederiksberg: Serligt at spæla fyri landsliðið
Árni Frederiksberg spældi sín fyrsta landsdyst síðan 2019, og miðvallarin var glaður fyri at vera aftur í hvítum eftir longu útlegdina.
- Tað er bara serligt at spæla fyri landsliðið, segði miðvallarin eftir 2-1 tapið fyri Kekkia.
Hann iðraði seg kortini um, at tað ikki eydnaðist at fáa javnleikin eisini.
Patrik Schick legði Kekkia framum fyri steðgin, men alt broyttist, tá Gunnar Vatnhamar javnaði í 83. minutti. Javnleikurin hómaðist, men ólukkutíð fyri føroyingarnar, lá Schick aftur framvið tveir minuttir eftir føroyska málið, og avgjørdi dystin við góðum skallara.
- Lige ved og næsten, og harmiligt, at vit ikki halda tætt til síðst.
Týskvøldið spæla Føroyar á útivølli ímóti Montenegro.