Tomáš Souček: Harður dystur fyri Kekkia

Tomáš Souček: Harður dystur fyri Kekkia
Dysturin ímóti Føroyum var torførur, og vit eru fegnir um sigurin, segði kekkiski liðskiparin, Tomáš Souček, sum tapti nærdystin ímóti Gunnari Vatnhamar, tá Føroyar javnaði
22.03.2025 - 22:25

Kekkiski liðskiparin Tomáš Souček fegnaðist um sigurin á Føroyum og viðgekk, at talan var um torføran dyst fyri kekkar.

 - Hetta var ein harður dystur fyri okkum og vit eru overfegnir um sigurin, segði hann.

Patrik Schick legði Kekkia framum fyri steðgin, men alt broyttist, tá Gunnar Vatnhamar javnaði í 83. minutti. Javnleikurin hómaðist, men ólukkutíð fyri føroyingarnar, lá Schick aftur framvið tveir minuttir eftir føroyska málið, og avgjørdi dystin við góðum skallara.Tomáš Souček helt, at kekkar áttu at havt skotið meir mál fyri steðgin. 

 - Um vit høvdu skorað til 2-0 hevði dysturin verið lættari fyri okkum, men vit megnaði ikki at fáa annað málið, og so fingu vit í staðin mál ímóti okkum, segði West Ham-spælarin, sum rósti avrikinum hjá føroyska liðnum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. mars
Guðstænasta í Elduvíkar kirkju
189642
Leygardag 22. mars
Jambalaja - 220325
189617
Leygardag 22. mars
Upp á tá - 210325
189616
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. mars
Møti úr fríkirkjuni Oasan í Hoyvík
189659
Leygardag 22. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189606
Fríggjadag 21. mars
FMA 2025
189602