- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eyðun Klakstein: Eg hevði vilja havt handan javnleikin
Eyðun Klakstein iðraði seg um, at Føroyar ikki fingu annað stigið á útivølli ímóti Kekkia leygarkvøldið.
- Nei, eg hevði vilja havt handan javnleikin. Eg veit, at teir høvdu yvirvág í spæli og høvdu kjansir og støður, men tá vit so fáa hatta málið í 80 ella har á leið, iðri eg meg um, at vit ikki kunnu halda tað heim, segði landsliðsvenjarin.
Patrik Schick legði Kekkia framum fyri steðgin, men alt broyttist, tá Gunnar Vatnhamar javnaði í 83. minutti. Javnleikurin hómaðist, men ólukkutíð fyri føroyingarnar, lá Schick aftur framvið tveir minuttir eftir føroyska málið, og avgjørdi dystin við góðum skallara.
- Nú fingu vit fyrsta málið ímóti Kekkia (yvirhøvur, red.). Spell, at tað ikki gav eitt stig, staðfesti Eyðun Klakstein.
Týskvøldið spæla Føroyar á útivølli ímóti Montenegro.