- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES skal hava munandi betri verjutilbúgving

ES-toppfundurin í Brússel í gjár endaði við felags niðurstøðu um, at Evropa skal bøta munandi um verjutilbúgvingina næstu fimm árini.
- Hetta er greiður sigur fyri Danmark, sum hevur stríðst fyri eini tíðarfreist við støði í nýggjastu greiningini hjá fregnartænastuni hjá donsku verjuni, FE, um, at Russland verður tilbúgvið til stórkríggj á evropiska meginlandinum innan fimm ár.
Tí er neyðugt við skjótari herdubbingin, skrivar danska TV2.
Samrøður um vápnahvíld í Ukraina hava verið í vikuni.
- Bólturin liggur nú hjá Russlandi, segði svenska forsætisráðharrin Ulf Kristersson eftir fundin í gjár.
Hann setur samstundis spurnartekin við, hvat Russland í roynd og veru ger.
Sí brot úr samrøðu, sum SVT gjørdi við svenska forsætisráðharran: