Eldradagur í Sunda kommunu

Eldradagur í Sunda kommunu
Í morgin skipar Sunda kommuna fyri eldradegi í Eydnuni á Oyrarbakka
Sunda kommuna.
Mynd: Savn.  
 
21.03.2025 - 16:47

Í morgin skipar Sunda kommuna fyri eldradegi í Eydnuni á Oyrarbakka.

Eldradagurin er fyri allar borgarar í kommununi, sum eru 60 ár og eldri.

Lagt verður fyri við gongutúri í Náttúrulundini, og síðani verður morgunmatur. Annars verða fyrilestrar um góða heilsu, kirkjugongd í Føroyum í 250 ár og eldraráðið.

Eisini fer Kári P. at syngja og umboð fyri FarGen siga frá um ættarbandsskránna, áðrenn dagurin endar við fyrilestrinum “Ungdómurin hjá abba mínum vardi, til hann var 80”.

Eldradagurin er ókeypis, men fólk mugu tó melda seg til tiltakið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. mars
FMA 2025
189602
Fríggjadag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189551
Fríggjadag 21. mars
Veðrið
189591
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466