
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rak fyri vág og vind í tríggjar mánaðir

Ein útróðrarmaður úr Peru er funnin á lívi, eftir at hann í tríggjar mánaðir hevur rikið fyri vág og vind úti á havinum.
61 ára gamli, Maximo Napa, fór 7. desember úr San Juan de Marcona útróðrar við lítla útróðrabáti sínum.
Men ódnarveður kom á hann, og hann rak av kós.
(Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)
Í 94 dagar rak Maximo Napa á sjónum, áðrenn eitt skip úr Ekvador fann hann út fyri Chimbote-strondini í norðara parti av Peru.
Napa sigur við lokalar miðlar, at hann hóraði undan við at eta kakkulakkar, fuglar og eina skjaldbøku.
Báturin hevði ongan samskiftisútgerð.
- Eg vildi ikki doyggja, fyri mammusa skyld. Eg havi ein tveir mánaðar gamlan abbason. Tað helt mær á lívi. Hvønn dag hugsaði eg um mammu mína, sigur Napa.