- Tíðindi, mentan og ítróttur
Miðar eftir at skipa breiða samgongu í Grønlandi

Formaðurin í Demokraatit, Jens-Frederik Nielsen, miðar eftir at skipa eina breiða samgongu eftir landstingsvalið í Grønlandi í síðstu viku.
Tað skrivar hann á Facebook, sambært Sermitsiaq.
Samgongusamráðingarnar eru byrjaðar, og Demokraatit, sum gjørdist størstur flokkur á valinum, stendur á odda fyri samráðingunum.
- Eg og Demokraatit vilja hava eina breiða samgongu. Hetta er ikki løtan til politiskan taktikk og innanhýsis ósemjur. Støðan í landinum er alt ov álvarslig til tess. Tað hevur týdning at vera pragmatiskur og at gera neyðsemjur, skrivar Jens-Frederik Nielsen.
Nývalda landstingið, Naalakkersuisut, hevur stórar avbjóðingar. Ikki minst í viðurskiftunum mótvegis amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum nú ætlar at leggja Grønland undir seg.
- Tíðin er komin at vísa øllum heiminum, at her uppi standa vit saman. Vit arbeiða fyrst og fremst fyri Grønlandi og teimum, sum búgva her, skrivar Jens-Frederik Nielsen á Facebook.