- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm heilivágssjálvtøkur á veg

Arbeitt verður framvegis við at tryggja lættari og javnbjóðis atgongd til handkeypsheilivág.
Tað sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, í svari til Jørgen Niclasen, tingmann.
Apoteksverkið endurskoðar regluliga atgongdina til handkeypsheilivág í Føroyum.
Handkeypssølurnar eru har, sum einki apotek ella sjálvtøka eru.
Tær selja handkeypsheilivág, sum er nógv eftirspurdur.
Aftrat teimum fýra apotekunum, søludeildini í Steinatúni í Havn og sjálvtøkunum eru 19 handkeypssølur.
Fleiri sjálvtøkur
Við apotekið í Vágum verður ein sjálvtøka.
Sjálvtøkur vera eisini við apotekini í Klaksvík og Runavík.
Seinni í ár koma sjálvtøkur við apotekið á Tvøroyri og í Landssjúkrahúsinum, upplýsir landsstýriskvinnan.
Fyrsta sjálvtøkan kom í fjør. Hon er við Tjaldurs apotek í SMS í Havn.
Apoteksverkið sigur seg hava góðar royndir við henni.
Í sjálvtøkunum ber til at keypa handkeypsheilivág alt samdøgrið.