Victor Orbán stuðlar Trump

Victor Orbán stuðlar Trump
Meðan flestu evropisku leiðarar vísa Volodymyr Zelenskyy sín treytaleysa stuðul, so ger ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán, júst tað øvugta
Mynd: Bernadett Szabo/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
28.02.2025 - 22:00

"Sterkir menn skapa frið. Veikir menn skapa krígg".

Hetta skrivar ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán, á miðlinum X í kvøld.

Hann sipar til ruðulleikan, sum var í Hvítu Húsunum fyrr í kvøld. Og hann ger púra greitt, at hann heldur Donald Trump vera stóra sterka mannin.

"Í dag stóð Donald Trump, forseti, djarvur fyri friði. Sjálvt um hetta var trupult hjá mongum at sodna. Takk, harra forseti", skrivar Viktor Orbán víðari.

Viktor Orbán er higartil einasti evropiski leiðarin, sum beinleiðis sigur seg stuðla Trump eftir hendingarnar í Hvítu Húsunum í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. mars
Bolero - Alexander Borodin
190013
Sunnudag 30. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
190012
Leygardag 29. mars
TEMAPLÁTAN: 'Back in Black', AC/DC, 1980
189914
Leygardag 29. mars
Jambalaja - 290325
189999
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948