Tøma longu Íleggingargrunnin

Tøma longu Íleggingargrunnin
Tær 700 milliónirnar, sum standa í grunninum, skulu brúkast til Vága floghavn og Suðuroyartunnilin
Tá Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, skrivaðu undir avtaluna um at yvirtaka Íleggingargrunnurin. Grunnurin kom á føroyskar hendur 1. januar.
 
26.02.2025 - 08:55

Tveir mánaðir eftir at Íleggingargrunnurin kom á føroyskar hendur, ætlar landsstýrið at tøma grunnin.

Tær 700 milliónir krónurnar í grunninum skulu brúkast til Vága floghavn og Suðuroyartunnilin sum rentu- og avdráttarfrí lán. 

Uppskot um tað er á veg á tingið.

Íleggingargrunnurin fyri Føroyar var stovnaður í 1964 við játtan av donsku fíggjarlógini upp á 60 milliónir krónur, og tí var grunnurin nevndur 60-milliónagrunnurin.

Grunnurin kom á føroyskar hendur tann 1. januar í ár, og ognirnar eru í dag umleið 700 milliónir krónur, sum nú fara til tvær verkætlanir sum ein beinleiðis játtan, heldur formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum.

Íleggingargrunnurin hevur verið brúktur til at fíggja undirstøðukervið í Føroyum við lagaligum lánum. Undir bankakreppuni fyrst í 90-unum lænti Íleggingargrunnurin 200 milliónir at seta í Sjóvinnubankan, sum grunnurin seinni avskrivaði sum tap.

Sí innslag í Degi og Viku:

 

ILEGGINGARGRUNNUR

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, varðar av Íleggingargrunninum. Hann hevur verið í Noregi, og hevur ikki verið tøkur at gera viðmerkingar til málið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017