Heilsutrygdargjaldið í tinginum í dag

Heilsutrygdargjaldið í tinginum í dag
Sambært Taks er talan um 1.293 fólk, sum hava rætt til at fáa góðar 22,3 milliónir krónur aftur frá Heilsutrygd
Tingfundurin í dag er klokkan 11.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.02.2025 - 08:16

Í dag fer løgtingið at viðgera uppskotið um at rinda aftur heilsutrygdargjald.

Fólk, sum hava rindað til eina sosiala skipan í øðrum landi, hava eisini rindað til Heilsutrygd. 

Tað hava tey ikki skyldu til, sambært "Nordisk konvention om social sikring."

Í 2013 kærdi eitt fólk hetta og kravdi at fáa sítt gjald til Heilsutrygd afturgoldið. 

 

Skal rindast aftur

Heilsutrygd royndi málið í rættarskipanini.

Men í 2024 bleiv endaliga staðfest, at Heilsutrygd skal rinda heilsutrygdargjald aftur til teirra, sum lúka treytirnar, og sum søkja um at fáa gjaldið afturrindað.

Sambært Taks er talan um 1.293 fólk, sum hava rætt til at fáa góðar 22,3 milliónir krónur aftur frá Heilsutrygd.

Tingfundurin í dag byrjar við ófráboðaðum spurningum til landsstýrið.

Tingfundurin er kl.11.00.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017