- Tíðindi, mentan og ítróttur
Inuksuk 1 eitur nú aftur Hvítanes
Inuksuk 1 eitur nú aftur Hvítanes
Trolarin kom til Føroya í síðstu viku og liggur nú á Skála

Trolarin Inuksuk 1 hevur fingið gamla navnið Hvítanes aftur - 30 ár eftir, at hann var seldur av landinum.m
26.02.2025 - 10:49
Trolarin Inuksuk I, sum Thor Fisheries hevur keypt úr Kanada, eitur nú aftur Hvítanes, sum var fyrsta navnið hjá honum.
Trolarin kom til Føroya í síðstu viku og liggur nú á Skála.
Hvítanes skal fiska rækjukvotuna, sum reiðaríið í Hósvík eigur frá Kappanum, sum samtakið framvegis eigur.
Hvítanes var bygdur i 1987.
Skrokkurin var bygdur í Nakskov, men skipið var gjørt liðugt á Skála skipasmiðju, og fekk navnið Hvítanes.
Seks ár seinni, í 1993, var Hvítanes selt av landinum, men nú góð 30 ár seinni er tað aftur komið undir føroyskt flagg.
Trolarin er keyptur fyri 3,7 mió. evrur, sum svarar 26,85 mió. kr. mió. kr. í okkara pengum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV