
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flokkarnir viðgera nú ríkisrættarligu støðuna
Flokkarnir viðgera nú ríkisrættarligu støðuna
Fundurin, sum løgmaður skipar fyri, byrjaði klokkan hálvgum trý í Tinganesi

Ríkisrættarliga støðan er evnið á fundinum, sum løgmaður hevur kallað inn til.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
24.01.2025 - 15:19
Forfólkini í øllum flokkum á tingi sita í løtuni í Tinganesi og viðgera ríkisrættarligu støðuna.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur kallað inn til fundin, sum byrjaði klokkan hálvgum trý.
Einar sjálvstøðugar Føroyar, við einum slagi av samveldissáttmála og tøttum samstarvi við Danmark á fleiri økjum, tykist liggja í kortunum.
Endamálið við fundinum í dag er at vita, um tað ber til at finna eina breiða, politiska tjóðarsemju um ríkisrættarligu støðuna.
Seemjan tykist vera nærri, enn hon nakrantíð áður hevur verið. Tað kom greitt fram á kjakfundi, sum Sambandsflokkurin skipaði fyri í gjárkvøldið.
Samrøður hava verið millum Aksel V. Johannesen, løgmann, og Mette Fredriksen, forsætisráðharra, í drúgva tíð um ríkisrættarliga spurningin.
Løgmaður segði á fundinum hjá Sambandsflokkinum í gjárkvøldið, at hann ætlar, at semjan skal vera klár at leggja fyri danir á ríkisfundinum, sum verður í Føroyum í juni
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV