Dart, kappróður og flogbóltur kappast um besta felagsskapin

Dart, kappróður og flogbóltur kappast um besta felagsskapin
Dartsamband Føroya, Flogbóltsfelagið Ternan og Hósvíkar Róðrarfelag eru í uppskoti til ítróttafelagsskapin 2024 hjá Ítróttasambandi Føroya
Dartsamband Føroya, Flogbóltsfelagið Ternan og Hósvíkar Róðrarfelag eru í uppskoti til ítróttafelagsskapin hjá ÍSF
Mynd: Ítróttasamband Føroya  
 
14.01.2025 - 10:50

Dartsamband Føroya, Ternan og Hósvíkar Róðrarfelag eru í uppskoti til viðurslønina Ítróttafelagsskapurin 2024, sum verður latin á Ítróttafagnaðinum hjá Ítróttasambandi Føroya.

 

Dartsamband Føroya

Dartsambandið varð endurstovnað í 2012, og nú eru 10 feløg við sløkum 200 virknum spælarum kring landið. Dart er góðkend ítrottagrein undir ÍSF, og Føroyar eru limur í World Darts Federation. Sterkar altjóða kappingar eru í Føroyum hvørt ár, føroyska landsliðið kappast til altjóða kappingar og í 2026 skipar sambandið fyri evropameistaraheitunum í Føroyum, tá umleið 500 fólk væntast at koma hendavegin, skrivar ÍSF millum annað.

 

Flogbóltsfelagið Ternan

Ternan á Toftum er lutfalsliga ungt felag, men framgongdin síðan stovnanina fyri knøppum 15 árum síðan, hevur verið stór. Felagið, sum leggur stóran dent á breidd og trivna, hevur nú 180 limir og lið í flestu flogbóltsdeildunum. Felagið leggur stóran dent á at styrkja ungdómsarbeiðið við góðum venjarum og umstøðum, og seinasta kappingarár vinnu fleiri av ungdómsliðunum heiðursmerki. Eisini hevur verið boð eftir leikarum í landsliðshøpi, stendur millum annað í grundgevingini hjá ÍSF.

 

Hósvíkar Róðrarfelag

HVR hevur eina samansjóðandi ávirkan á alt Sundalagið, tí rógvarar úr nógvum ymsum bygdum manna bátarnar í Hósvík, og HVR møtir fjølment til allar kappingar. Seinastu árini hevur lutfalsliga lítla felagið havt fleiri manningar til FM-róðurin - í 2024 heili sjey í tali - og á hvørjum ári er felagið við í FM-stríðnum. Harumframt hevur Hósvíkar Róðrarfelag verið væl mannað til kappingar í inniróðri, og rógvarar hava vunnið bæði føroya-, danmarks-, evropa- og heimsmeistaraheiti, skrivar Ítróttasambandi Føroya millum annað í grundgevingini.

 

Ítróttafagnaðurin 2024 verður í Løkshøll leygarkvøldið 1. februar og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017