
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrismálanevndin hevði fyrrapartin fund við Kristinu Samuelsen, løgfrøðing, um sína ráðgeving um kæruna um Dennis Holm, landsstýrismann.
Endamálið við fundinum var at geva limunum høvi til at fáa svar upp á møguligar spurningar um uppritið hjá løgfrøðinginum.
Limirnir eru nú farnir hvør til sín at taka støðu til málið, áðrenn ætlanin er at hittast aftur í næstu viku.
Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini, sigur, at hóast ein advokatur í hesum førinum er biðin um at gera eitt upprit, eigur nevndin endaligu niðurstøðuna í kæruni um Dennis Holm.
Fyrst í mai í fjør kærdi Árni Skaale, tingmaður, Dennis Holm til landsstýrismálanevndina, tí hann læt 35.000 tons av svartkjafti sum felagskvotu við hámarki.
Tað hevur landsstýrismaðurin ikki heimild til, stendur í kæruni.
Hans Jacob Thomsen sigur, at tað ganga nakrir dagar, áðrenn landsstýrismálanevdin hevur gjørt endaliga niðurstøðu í málinum.
Hoyr samrøðu, sum Hallur av Rana gjørdi við formannin í landsstýrismálanevndini í útvarpstíðindunum, áðrenn fundurin hjá landsstýrismálanevndini byrjaði: