- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ov stutt tíð at viðgera løgtingsmál
Ov stutt tíð at viðgera løgtingsmál
Løgtingsnevndirnar hava úr at gera í hesum døgum at viðgera tey lógaruppskot, sum landsstýrisfólkini hava lagt fram fyri tingið beint undan framløgufreistini.
14.04.2025 - 21:41
Nevndirnar í Løgtinginum hava nógv at taka støðu til í løtuni, nú fleiri lógaruppskot vórðu løgd fram stutt fyri framløgufreistina. Hetta merkir, at nógv mál eru til viðgerðar samstundis, og at arbeiðsbyrðan í nevndunum er størri enn vanligt.
Formaðurin í Vinnunevndini, Erhard Joensen, heldur, at tíðin at viðgera málini er ov stutt. Eftir hansara tykki áttu uppskotini at fingið betri viðgerðartíð.
Løgtingsforkvinnan Bjørt Samuelsen ásannar, at tað er ein avbjóðing, og at tað kann vera trupult hjá nevndunum at fáa nøktandi tíð til viðgerðirnar, tá so nógv mál koma í Løgtingi samstundis.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV