Færri nýggjársbál kring landið

Færri nýggjársbál kring landið
Alt bendir á, at tað verða færri nýggjársbál í ár enn áður. Færri umsóknir eru komnar inn síðstu árini, siga sløkkiliðsumboð í Tórshavnar kommunu og Klaksvíkar kommunu
Bál í Sandagerði
Mynd: Savnsmynd  
 
29.12.2024 - 18:00

Í ovurmorgin er nýggjársaftan, og tá er siðvenja, at bál verður tendrað í býlingum kring landið. 

Men nú sær út til, at bálini svinna.

Færri umsóknir blíva sendar inn, siga sløkkiliðsumboð í Tórshavnar kommunu og Klaksvíkar kommunu.

 

Tørvurin ikki hin sama

Í Klaksvík kunnu tey higartil teljast á einari hond. 

- Tvær umsóknir eru komnar, so tað er í stórari minking. Tað vóru eini sjey í fjør, og tá eg byrjaði fyri eini 19 árum síðani, vóru tað áleið 60, sigur Finn Hansen er tilbúgvingarleiðari í Klaksvíkar kommunu.

 

Góðar umstøður til burturkast

Hóast hann ikki sigur seg vita orsøkina, vísir Finn Hansen til góðu umstøðurnar at tveita burt burturkast. Og sambært honum er tørvurin fyri bálinum tí ikki tann, hann hevur verið.

- Tað eru ógvuliga góðar umstøður at koyra burtur nú eisini við burturkasti, so eg trúgvi at fólk koyra meginpartin av tilfarinum bartur so hvørt sum tað er komið.

 

Ringt at lúka treytum

Eisini í Tórshavnar kommunu upplivir Hans David Hansen, varðasløkkiliðstjóri, at bálini eru blivin færri við árunum. 

Enn eru umsóknirnar ikki taldar upp, og við fyrivarni fyri, at tær sambært Hans Davidi Hansen tykjast at minkað, skjýtur hann talið at liggja um 50.

- Tað eru kanska treytirnar fyri, hvat kann fara í bálið, sum eru ringar at fylgja, sigur Hans David Hansen.

 

Bálið er ikki til órudd

Sambært Hans Davidi Hansen er tað bert reinur, turrur og óviðgjørdur viður, ið hoyrir heima í einum nýggjársbálið, og tað er altso ikki roknað til órudd.

Og ábyrgin fyri at lúka tey krøv, ið eru fyri at brenna bál, liggur hjá tí einstaka, sum hevur søkt um loyvi at brenna bálið. 

- Vit kunnu ongantíð tryggja okkum 100 prosent, men vit ganga út frá, at tá ið fólk leggja navn til at brenna bál, so fylla tey eisini tær treytir, sum eru kravdar í umsóknini.  

 

Kunning um bál á nýggjárinum

Freistin at søkja um loyvi at brenna bál á nýggjárinum er 31. desember kl. 12.

Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni er ein vegleiðing sum vísir á, hvat er loyvt at brenna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719
Mánadag 30. desember
Veðrið
185702