Watson hevur ikki gloymt grindadrápini

Watson hevur ikki gloymt grindadrápini
Paul Watson nevnir Føroyar, tá hann í samrøðu við grønlendska miðilin Sermitsiaq sigur, at hann er longu farin at fyrireika sínu næstu átøk
Skipið hjá Paul Watson, John Paul Dejoria, var í Føroyum í fjør.
 
19.12.2024 - 06:37

Paul Watson nevnir Føroyar, tá hann í samrøðu við grønlendska miðilin Sermitsiaq sigur, at hann er longu farin at fyrireika sínu næstu átøk.

Serliga Japan er á skránni, men eisini Ísland og Føroyar, sigur hann.

Tey nógvu grindadrápini í Føroyum eru óforsvarlig, og tey eiga at vera steðgað.

Eingin skal ivast í, at vit halda fram at berjast fyri hvalinum, eisini í Føroyum, sigur Paul Watson við 
Sermitsiaq.


Mynd: Ritzau / Scanpix

 

Ólóglig hvalaveiða

Watson sigur, at hann og hansara fólk fara at steðga tí, sum hann kallar ólógliga hvalaveiðu.

Paul Watson og verjar hansara halda fast uppá, at Hægstirættur eigur at taka støðu til, at Landsrætturin í Grønlandi ferð eftir ferð staðfesti avgerðina hjá rættinum í Grønlandi at varðhaldsfongsla Watson.

Teir sluppu ikki at koma við sínum prógvum í Landsrættinum.

Prógv, sum sambært teimum staðfesta, at Paul Watson er ósekur.

Hann var fimm mánaðir í varðhaldi í Nuuk.

Paul Watson hevur ikki enn gjørt av, um hann fer at krevja endurgjald fyri tíðina, hann var í varðhaldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109