Lars Løkke Rasmussen: Einki alment yvirlit við Russlandssáttmálum

Lars Løkke Rasmussen: Einki alment yvirlit við Russlandssáttmálum
Danska uttanríkisráðið kennir einki til nakað alment yvirlit við londum, sum hava gjørt avtalur við Russland, síðani Russland leyp á Ukraina
Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkisráðharri
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.12.2024 - 11:32

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, spurdi danska uttanríkismálaráðharran, Lars Løkke Rasmussen, um tað finst nakað alment yvirlit við londum, sum hava gjørt avtalur við Russland, síðani Russland leyp á Ukraina.

Í sínum svari, sigur Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, at danska uttanríkisráðið veit ikki um nakað alment yvirlit við londum, sum hava gjørt avtalur við Russland, síðani Russland leyp á Ukraina.

Tað er heldur ikki sannlíkt, at Russland fer at kunngera, hvørji lond, tað hevur tvílandaavtalur við.


Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Neyvan eftirfarandi

Lars Løkke Rasmussen sigur eisini í svarinum, at russiska uttanríkisráðið hevur yvirlit á sínari heimasíðu.

Tað er á russiskum.

Um tað er eftirfarandi, veit Lars Løkke Rasmussen ikki.

Hann sigur tað tó neyvan vera sannlíkt, at yvirlitið er fullkomið. 

Lars Løkke Rasmussen sigur, at nógv lond í vesturheiminum hava minni samstarv við Russland nú. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Sunnudag 15. desember
Andakt við Lis Samuelsen
185142
Sunnudag 15. desember
Møti úr Betania í Porkeri
185140
Fríggjadag 13. desember
Veðrið
185092
Fríggjadag 13. desember
Lutakast til HM-undankappingina í fótbólti
185071