- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kardinalar siga pávanum farvæl
Kardinalar siga pávanum farvæl
Sum ein seinasti heiður fyri Frans páva, sum andaðist annan páskadag, endaði gudstænastan í Pæturskirkjuni í morgun við, at kardinalarnir persónliga søgdu pávanum farvæl

Kardinalur við mynd av Frans páva
Mynd: AP-tíðindastovan
23.04.2025 - 12:06
Hvør í sínum lagi stóðu teir framman fyri opnu kistuna og bukkaðu virðiliga.
Eftir jarðarferðina leygardagin savnast kardinalarnir fyri at finna nýggjan páva.
Tað verður gjørt í konklavi í Sixtinska kapellinum við loyniligar atkvøðugreiðslu. Avgreiðslurnar halda fram, til teir eru samdir um, hvør skal lýsast sum ovasti fyri katólsku kirkjuna og umleið 1,5 milliardir katolikkar um allan heim.
Nú á døgurða sleppur almenningurin inn í Pæturskirkjuna at síggja pávan liggja 'lit de parade', - t.e. í opnari kistu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV