- Tíðindi, mentan og ítróttur
Syrgja pávan
Syrgja pávan
Á Pætursplássinum í Rom hevur verið fult av fólki í allan dag, og í katólskum kirkjum um allan heimin minnast og syrgja tey Frans páva, sum doyði í morgun

Nógv fólk eru komin saman á Pætursplássinum í Rom at syrgja pávan.
Mynd: Alberto Pizzoli/AFP/Ritzau Scanpix
21.04.2025 - 18:17
Klokkurnar ringja í Pristina í Kosovo í dag. Og soleiðis er um allan heimin.
Og í Buoeos Aires, føðibýnum hjá Frans páva, var stór minnismessa.
Pætursplássið í Rom er fult í fólki. Tey byrjaðu at koma úr øllum herðarshornum, beinan vegin, ið deyðsboðini frættust.
Kvøldbøn
Klokkan hálgun sjey í kvøld verður kvøldbøn á Pætursplássinum í Rom fyri Frans páva.
Tað boðar eitt talsfólk fyri Vatikanið frá.
Í kvøld verður líkið av pávanum lagt í eina kistu í kapellinum í Santa Marta, har pávin búði.
Væntað verður, at mikudagin verður líkið av pávanum flutt til Pæturskirkjuna í Rom, har katolikkar og onnur kunnu siga sítt seinasta farvæl við pávan.
1739163
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV