Vermland fingið nýggjari skip

Vermland fingið nýggjari skip
Skipið fer á sleipistøð hjá MEST at gera ymsar umvælingar, áðrenn tað fer í fóðursigling
Hetta er skipið, sum smápartafelagið Vermland hevur keypt, og sum eisini fær navnið Vermland.
Mynd: VesselFinder  
 
10.12.2024 - 15:12

Smápartafelagið Vermland í Streymnesi hevur fingið nýtt skip, sum eisini eitur Vermland. Skipið kemur fyri gamla skipið, sum hevði sama navn.

Skipið er skrásett í føroysku altjóða skipaskrásetingini, FAS.

Nýggi Vermland er bygdur í 2016 og er 2.999 bruttotons til støddar. Hetta er nakað størri enn gamla skipið, sum er 2.199 bruttotons til støddar.

Vermland er 85 metrar langur og 15 metrar breiður.

Skipið skal nú á beding hjá MEST at gera ymsar umvælingar. Síðani skal skipið yvirtaka fóðursiglingina hjá gamla Vermland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV