Arbeiðir við stórari verkætlan á Sandi

Arbeiðir við stórari verkætlan á Sandi
Gerast skal ein kafeteria, íbúðir, smáttur og ein høll at hýsa ellisakførum, har gamli verkstaðsbygningurin í bygdini nú er tikin niður
Hesin gamli bygningurin er nú tikin niður
Mynd: Sands kommuna  
 
14.01.2025 - 19:42

Tað er Rasmus Rasmussen, ið eigur verkstaðin, sum nú er farin í søguna, og nú er skjótt klárt at fara at byggja.

Rasmus Rasmussen arbeiðir við einari størri verkætlan á grundstykkinum, har verkstaðurin hevur verið. Sjálvvirkandi Effo-støðin, sum stendur á økinum, verður sambært ætlanini verandi, har hon er.

Ætlanin er, at ein bygningur skal byggjast, sum eitt nú skal hýsa kafeteria í niðaru hæddini, og í ovaru hæddini verða tríggjar íbúðir.

Á grundstykkinum skulu seks smáttur eisini byggjast , ið koma at standa uppi í útsynningshorninum á stykkinum.

Byggjast skal eisini ein høll til ellisakfør, umframt at har verður eisini vaskihøll til bilar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

Rasmus_Rasmussen_a_Sandi

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944