- Tíðindi, mentan og ítróttur
Glyvursnes verður umvældur í Frederikshavn
Glyvursnes verður umvældur í Frederikshavn
Umvælingararbeiðið fer væntandi at taka tríggjar ella fýra mánaðir
Mynd: DR
16.01.2025 - 09:41
Glyvursnes er nú sleipaður til Frederikshavn, har skipið verður umvælt á Ørskov-skipasmiðjuni.
- Væntandi fer umvælingararbeiðið at taka tríggjar til fýra mánaðir, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line.
Maritima Havarínevndin hevur fyri Sjóvinnustýrið kannað umstøðurnar umborð á Glyvursnesi av spreingingini og eldsbrunanum, og tær kanningarnar eru nú lidnar.
Ikki er greitt, nær sjófrágreiðing verður í sambandi við vanlukkuna.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
16012025_Glyvursnes_1
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV