- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggi stjórin: Nýhugsan í Magn
Nýggi stjórin: Nýhugsan í Magn
Nevndarformaðurin í Magn er sannførdur um, at Suni Justinussen er rætti stjórin at standa odda fyri orkufelagnum, sum verður 100 ár í ár
Mynd: Bárður Lydersen
15.01.2025 - 12:59
Ársins leiðari í privata vinnulívinum í 2023 er nýggjur stjóri í Magn.
Suni Justinussen tekur við starvinum 1. apríl.
Hann hevur verið stjóri í GroAqua, fyrr JT Electric, seinastu árini.
Suni Justinussen sigur, at hann kann vera við til at mynda Magn við nýhugsan.
Jan Petersen.
Magn verður 100 ár í hesum árinum, og Jan Petersen, nevndarformaður, sigur, at hann er sannførdur um, at Suni Justinussen er rætti maðurin at standa á odda fyri orkufelagnum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
15012025_Magn_og_stjori
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV