- Tíðindi, mentan og ítróttur
Streymsøla í tinginum í dag
Uppskotið hjá andstøðuni um elveitingarlógina er á skránni fyri ársins fyrsta tingfund, sum er í dag.
Tey, sum eiga uppskotið, halda tað hava stóran týdning, at marknaðurin í søluliðinum, sum var partur av semjuskjalinum hjá landsstýrinum, SEV og Kommunufelagnum, kemur í elveitingarlógina.
Tá landsstýrið í fjør sendi uppskot um at dagføra elveitingarlógina til hoyringar, var elmarknaðurin í søluliðinum við í uppskotinum.
Har stóð, at el skuldi seljast í heilsølu og smásølu.
SEV skuldi ikki longur vera einaseljari.
Var ikki við
Men hetta var ikki við í uppskotinum, tá tað var lagt fyri løgtingið.
Tá landsstýriskvinnan bleiv spurd, hví so var, svaraði hon, at talan var um eina politiska avkláring.
Men nú er andstøðan so komin við uppskotinum um, at onnur enn SEV kunnu selja streym.
Tingfundurin í dag byrjar við ófráboðaðum spurningum til landsstýrið.
Fyri tingfundin í dag, hann byrjar kl.11.00, hevur formansskapurin fund um millum annað at endurskoða tingskipanina og um framsíðuna á umsitingarbygninginum hjá løgtinginum.