Letur upp deild í grønlendska høvuðsstaðnum

Letur upp deild í grønlendska høvuðsstaðnum
Fyri at styrkja samstarvið millum Danmark og Grønland um matvørur og fiskivinnu, letur danska matvørumálaráðið upp nýggja skrivastovu í Nuuk
 
18.01.2025 - 17:10

Danski ráðharrin fyri matvørur, landbúnað og fiskivinnu, Jacob Jensen, og grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnu og veiðimálum, Kim Kielsen umrøddu málið á fundi mikudagin. Teir tosaðu millum annað um møguleikan fyri at londini býta um starvsfólk á økinum.

Longu í hesum mánaðinum verður skrivastovan fult virkin og mannað við føstum starvsfólkum og lokalum starvfólkum.

Í fyrstu atløgu skal skrivstovan taka sær av matvørueftirlitið við fiskavirkjum og fóðurvirkjum, sigur danska matvøru-, landbúnaðar- og fiskivinnumálaráðið í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV