Yvirtaka Høgaberg um tvær vikur

Yvirtaka Høgaberg um tvær vikur
Møguleiki er fyri, at skipið fer til fiskiskap, áðrenn tað kemur til Føroya
Alt riggaði væl, tá nýggi Høgaberg var tekniskan royndartúr
Mynd: Skip og bátar í Føroyum á Facebook  
 
14.01.2025 - 16:30

Tær seinastu smájusteringarnar verða nú gjørdar, og so er klárt at taka móti nýggja Høgaberg. 

Tað sigur Anfinn Olsen, reiðari í Framherja, sum letur skipið byggja.

Nýggjasta uppsjóvarskipið í flotanum liggur í løtuni á Karstensens skipasmiðjuni í Skaagen, har tað júst hevur verið tekniskan royndartúr.

Tað gekk so mikið væl, at reiðarin metir, at tað ganga í mesta lagi tvær vikur, til skipið er klárt at yvirtaka. 

 

Kostar 339 milliónir

Óvist er tó nær skipið kemur til Føroyar, tí tað kann vera, at tað fyrst fer til fiskiskap. 

- Vit hava báðar møguleikar opnar, sigur Anfinn Olsen. 

Skipið kostar umleið 330 milliónir krónur.

Nýggi Høgaberg er serliga gjørdur til at fiska makrel, sild og svartkjaft.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. mars
Alison Krauss sending
189950
Fríggjadag 28. mars
Alison Krauss um Arcadia
189859
Fríggjadag 28. mars
Vikuskiftið 28 mars 2025
189968
Fríggjadag 28. mars
Breddin: Ungir íverksetaraspírar
189938
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948
Fríggjadag 28. mars
Veðrið
189965
Fríggjadag 28. mars
Brotið - teknmálstulkað
189963
Fríggjadag 28. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189947
Hósdag 27. mars
Heðin Brú 2:2
189898