- Tíðindi, mentan og ítróttur
Makrelurin í bretskum sjógvi ger mun
Makrelurin í bretskum sjógvi ger mun
Økta atgongdin til bretskan sjógv kemur væl við. Makrelurin har er sjótari og lættari at fiska og hann hevur størri virði, sigur skiparin á Finni Fríða
18.01.2025 - 14:21
Uppsjóvarskipini hava nú verið í bretskum sjógvi, og makrelurin har er sera góður.
Andri Hansen, skipari á Finni Fríða er vælnøgdur við fiskiskapin og letur væl at prísinum
Eisini Tróndur í Gøtu er liðugur við sína makrelkvotu í bretskum sjógvi.
Portalurin skrivar, at Tróndur í Gøtu er komin inn við 600 tonsum av makreli, sum eisini skulu landast á Tvøroyri.
Í juni í fjør samdust Føroyar, Bretland og Noreg um makrelfiskiskapin í ár, har føroyski parturin er 12 prosent av mest loyvdu veiðu.
Harumframt fáa Føroyar rætt at fiska 35 prosent av sínum parti í bretskum sjógvi. Tað er ein øking úr 30 prosentum.
1720830
Andri Hansen, skipari á Finni Fríða
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV