Skriva undir í Vági í dag

bannari
Skriva undir í Vági í dag
Semja er gjørd millum Lista C og Lista B í Vágs kommunu, og semjuskjalið verður væntandi undirskrivað seinni í dag. Tað sigur Levi Mørk, sum verður nýggjur borgarstjóri í Vági
Semjuskjalið millum Lista C og Lista B verður undirskrivað seinni í dag, sigur Levi Mørk, sum verður nýggjur borgarstjóri í Vági
 
17.11.2024 - 15:44

Semja er um nýggja býráðssamgongu í Vágs kommunu millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin. Semjuskjalið millum teir báðar flokkarnar verður undirskrivað í dag.

Tað sigur Levi Mørk, toppskorari á javnaðarlistanum, sum sambært semjuni eisini verður nýggjur borgarstjóri í Vági.

Tjóðveldi bleiv størsti flokkur á kommunuvalinum í Vági og fekk fýra tinglimir. Fyrstvaldur á tjóðveldislistanum er Arni Brattaberg, og tað verður hann, sum skal kalla nývalda býráðið inn á fund, har borgarstjóri og varaborgarstjóri eisini verða valdir.

Hoyrið samrøðu við Levi Mørk her:

Levi_Mork_borgarstjori

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947