Fólkaflokkurin: Skulu hava fólk at velja Føroyar framum

Fólkaflokkurin: Skulu hava fólk at velja Føroyar framum
Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins heldur, at politiska skipanin skal føra ein politikk, sum ger, at fólk velja at búgva í Føroyum heldur enn at flyta av landinum
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, avmyndaður á landsfundi floksins á Hotel Hafnia leygardagin 16. november 2024
Mynd: Pavla Eliasen  
 
16.11.2024 - 18:15

Fólkaflokkurin hevur havt landsfund á Hotel Hafina í Havn í dag, og eitt av punktunum á skránni var formansfrágreiðingin hjá Beini Johannesen, floksformanni.

Tað eru góð tvey ár síðan Beinir Johannesen tók við sum floksformaður, og hetta er tí triðja formansfrágreiðingin hjá honum.

Í frágreiðingini í dag legði Beinir Johannesen stóran dent á, at politiska skipanin eigur at gera nakað við, at alsamt fleiri ung velja Føroyar frá, og í staðin velja at nema sær útbúgving uttanlands. 

Eisini kom hann inn á útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum og at vit eiga at gera nakað við at betra um útboðið av útbúgvingum og at passa tað til tørvin, sum føroyska samfelagið hevur tørv á.

Eitt annað, sum Beinir Johannesen kom inn á  í samrøvðuni var vinnupolitikkur og teir samstarvsmøguleikar, sum eru eftir eitt val, sum liggur í mesta lagi tvey ár frammi.

Hoyr innslagið, sum varð sent í tíðindunum á nátturða í kvøld:

20241116_Beinir_Johannesen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946