Fyrrverandi HB-venjari skal venja B36

Fyrrverandi HB-venjari skal venja B36
Jákup Martin Joensen, ið áður hevur vant HB og EB/Streym, verður venjari hjá besta mansliðnum hjá B36 komandi tvey kappingarárini
Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36, og Jákup Martin Joensen, ið er nýggjur venjari hjá besta mansliðnum hjá felagnum
 
06.11.2024 - 02:37

Leygarkvøldið var B36 fyri vanbýti í finaluni um løgmanssteypið, tá árstalsfelagið tapti teptur móti HB eftir longdaleiktíð og brotssparkskapping. 

Harvið misti B36 evropisku milliónirnar á stokkinum, men felagið stóð eisini uttan venjara. Greitt var longu áðrenn steypafinaluna, at norski Magne Hoseth, ið førdi KÍ til luttøku í UEFA Conference League-bólkaspælinum, fór ikki at halda fram. 

Nú er so greitt, at tað verður fyrrverandi HB-venjarin, Jákup Martin Joensen, ið tekur við sum B36-venjari. Hetta boðaði B36 frá í gjárkvøldið eftir at avtalan var undirskrivað.  

"Vit eru sannførd um, at Jákup Martin Joensen hevur røttu førleikarnar og neyðugu drívmegina til at endurreisa besta mansliðið og seta eina spennandi kós fyri felagið komandi árini," sigur Tummas Erling Djurhuus, sum er ítróttastjóri í B36.

 

Undir arbeiðið við fullum huga

Jákup Martin Joensen er 48 ár. Hann hevur brúkt meginpartin av sínum fótbóltslívi í B36-húsinum bæði sum spælari og venjari.

Eiðismaðurin spældi á besta liðnum í 1998, og hann hevur eisini vant ungdómslið og næstbesta liðið í nøkrum umførum.

Í 2019 gjørdist Jákup Martin Joensen venjari hjá besta mansliðnum hjá EB/Streymi, og tey fýra árini, ið hann vandi EB/Streym, flutti hann felagið úr botnstríðnum og upp í stríðið um evropisku plássini. 

Góðu úrslitini við Margáir førdu til, at tað í fjør vóru boð eftir Jákup Martini Joensen í HB, har hann vann steypakappingina, áðrenn hann varð loystur úr starvinum. Í ár var hann eitt stutt tíðarskeið eisini venjarin hjá ÍF. 

"Eg fari undir uppgávuna við fullum huga. Hetta er ein upplagdur møguleiki at byggja eitt gott grundarlag fyri framtíðina í felagnum, tí nógvir ungir og spennandi spælarar eru á veg fram, og vit gleða okkum at fara undir arbeiðið," sigur Jákup Martin Joensen. 

Jákup Martin Joensen tekur við starvinum beinanvegin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981