Stór útbygging á Mølini

Stór útbygging á Mølini
Í vikuni fylti eyðkendi guli bygningurin á Mølini í Skálavík 135 ár, samstundis sum arbeitt verður við at byggja út og økja munandi um virksemið á staðnum.
Nýggja útgravingin eystan fyri núverandi bygningar á Mølini í Skálavík
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
03.11.2024 - 18:02

Síðani Birita og Martin Karl Olsen lótu upp Caféina á Mølini fyri skjótt hálvumsjeynda ári síðani, hava tey - serliga síðan Sandoyartunnilin læt upp - merkt til økt virksemi.

- Tí er vit nú farin undir munandi útbyggingar, sum vit fara at gera í fleiri stigum, alt eftir førimuni, sigur Martin Karl. Umframt kafeina, hava tey síðani á sumri í 2021 havt 12 kømur til liggjandi gestir.

- Ein tanki við útbyggingini er, at talan ikki bara skal vera um eitt vanligt gistingarhús, men eisini eitt stað, har tað ber til at hava ymisk tiltøk, sigur Martin Karl, ið nevnir ráðstevnur og annað fyri størri bólkar.

 

Nú er ætlanin at gera fleiri kømur aftrat í trimum stigum: Fyrst 16 kømur, so aftur 16 og at enda seks kømur aftrat, og arbeitt verður eftir sama leisti, sum tá ið tey fyrstu kømrini vóru gjørd.

- Tað er ikki kostnaðarleyst at fara undir eina so stóra ætlan, so tí fara vit í mest møguligan mun at gera so nógv sjálvi, sum vit kunnu, sigur Martin Karl Olsen.

Her kanst tú hoyra samrøðu við hann um útbyggingina:

2024-11-03-Martin-Karl-Olsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947