Ólóglig neyðbluss á Tórsvølli

Ólóglig neyðbluss á Tórsvølli
Politiið skrivaði í gjárkvøldið fýra mál um brot á nýggju fýrverkslógina, sum kom fyri einum lítlum ári síðani, tá ið steypafinala var á Tórsvølli.
 
03.11.2024 - 09:57

Hóast finalan um Løgmanssteypið savnaði yvir 4.000 fólk á Tórsvølli í gjárkvøldið, var tað ógvuliga friðarligt í býnum í Havn.

- At tað var vindur og illfýsið veður, gjørdi kanska sítt til, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn.

Á Tórsvølli skrivaði politiið tó fýra mál um brot á nýggju fýrverkslógina, sum kom fyri einum lítlum ári síðani.

Hetta vóru fólk, sum høvdu neyðbluss tendrað inni á vøllinum, og tað fáa tey bót fyri.

Eisini var ein maður, sum var heldur ólátaður inni á stadion, skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar og fær bót fyri tað.

Ferðsluóhapp
Eitt ferðsluóhapp hendi í gjár við munnan á Eysturoyartunlinum hvítanesmegin, tá ið ein bilur ikki helt sína víkiskyldu, men koyrdi út fyri ein annan, ið ikki náddi at halda av.

Eingin fólkaskaði hendi, men tað darvaði ferðsluni eina løtu, at skaddu bilarnir stóðu á vegnum, men eftir hálvum tíma var alt ruddað av.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008