- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin ákæra og eingin dómur um Golden Maps
Eingin dómur er sagdur í Føroyum í máli um Golden Maps.
Men tvær skuldsetingar eru í slíkum máli.
Politiið í Føroyum royndi eisini at avgreiða eitt mál sum ájáttanarmál, men tað bar ikki til, tí tann skuldsetti vildi ikki játta seg sekan.
Ákæruvaldið kannar nú, um tann skuldsetti kann ákærast.
Tað upplýsir Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.
Politiið í Føroyum hevur ikki enn alla skipanina Polsat, sum politiið brúkar í sínari umsiting.
Hon verður sett í verk øll sum hon er í seinna hálvári 2025.
Tí ber heldur ikki til at siga í skjótari vend, hvussu nógv mál um Golden Maps eru skrásett í Føroyum.
Golden Maps eru um talgildar myndir av naknum kvinnum, sum eru deildar á sosialu miðlunum, uttan at kvinnurnar hava givið loyvi til tess.