- Tíðindi, mentan og ítróttur
Treytaða fongsulsrevsing fyri hvítvask
Treytaða fongsulsrevsing fyri hvítvask
Menninir vóru tiknir á flogvøllinum í Vágum í fjør summar, á veg av landinum við tilsamans 41.000 krónum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
27.01.2025 - 15:25
Tveir menn úr Danmark eru dømdir 14 dagar treytað fongsul fyri hvítvask, og hald verður lagt á peningin, sum teir høvdu uppi á sær, tá ið teir vóru tiknir.
Menninir vóru tiknir á flogvøllinum í Vágum í fjør summar, á veg av landinum. Við sær høvdu teir tilsamans 41.000 krónur.
Løgreglan helt, at peningurin stavaði frá ólógligum virksemi, tí menninir vóru bara heilt fáar dagar í Føroyum, og hava annars einki tilknýti til Føroya.
Teir nokta báðir, at teir eru sekir.
Ákæruvaldið kravdi treytaleysa fongsulsrevsing í 20 dagar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV