Fáa nýggjan Høgaberg til jóla

Fáa nýggjan Høgaberg til jóla
Skipið kostar umleið 330 milliónir krónur
Síðsta hond verður nú løgd á Høgaberg á skipasmiðjuni í Skagen.
 
31.10.2024 - 11:16

Framherji fær nýtt og framkomið skip fyri Høgaberg til jóla.

Tað sigur Annfinn Olsen, reiðari, við FM1.

88 metra langa uppsjóvarskipið er smíðað á Karstensens skipasmiðjuni, og liggur í løtuni í Skagen, har síðsta hond verður løgd á nýbygningin. 

Skipið kostar umleið 330 milliónir krónur.

Framherji seldi verandi Høgaberg fyrr í ár.  

Nýggi Høgaberg er serliga gjørdur til at fiska makrel, sild og svartkjaft.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117