Rætting: Liljan hevði givið Høgna boð

Rætting: Liljan hevði givið Høgna boð
Tað var ikki rætt, tá tað í DV í gjár í einum spurningi til løgmann varð sagt, at Liljan Weihe fleiri ferðir hevði boðað løgmanni frá, at hon tók undir við misálitinum
Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur fingið eina umbering frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, sum segði hana hava logið uppá seg
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.10.2024 - 12:21

Liljan Weihe hevði boðað Høgna Hoydal og Tjóðveldi frá, at hon tók undir við misálitinum á Ingilín D. Strøm, og hon gekk út frá, at boðini vóru borin víðari.

Í samrøðu við Aksel V. Johannesen, løgmann, segði journalisturin, at Liljan Weihe fleiri ferðir hevði boðað løgmanni frá, at hon fór at taka undir við misálitinum. Hetta fekk løgmann til at svara, at "Liljan lýgur".

Hetta var ein misskiljing.

- Eg havi samskift við løgmann um hetta, og hann hevur givið mær eina umbering fyri at siga, at eg lúgvi, sigur Liljan Weihe.

Talan er um eina skeiva orðing í einum spurningi frá Kringvarpinum, sum førdi til hetta. Vit biðja um umbering fyri mistakið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342