KÍ-spælari varðhaldsfongslaður fyri kynslig brotsverk

KÍ-spælari varðhaldsfongslaður fyri kynslig brotsverk
Danski fótbóltsspælarin, sum seinastu trý kappingarárini hevur spælt við KÍ, er varhaldsfongslaður í fýra vikur og skuldsettur fyri fimm brot á revsilógina
Patrick Da Silva í evropiskum dysti fyri KÍ móti franska stórfelagnum Lille
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.10.2024 - 20:00

Danski spælarin, Patrick da Silva, sum seinastu trý árini hevur umboðaða KÍ, varð fríggjadagin varðhaldsfongslaður í fýra vikur og skuldsettur fyri fimm brot á revsilógina, skrivar frihedsbrevet.fo.

Í øllum førunum er talan um kynslig brotsverk.

Sambært ákæranum er Patrick da Silva skuldsettur fyri grooming, sum er at skapa samband við barn ella ung undir 18 ár við kynsligum ágangi fyri eyga, fyri roynd at skaffa sær samlegu við barn undir 15 ár, og fyri blúnisbrot.

 

Brotsverk framd í Danmark 

Danski bakkurin hevði sáttmáli við KÍ árið út, men felagið hevur slitið sáttmálan sum avleiðing av hesum málinum. 

Sambært upplýsingum, sum KÍ hevur fingið frá politinum, er talan um brotsverk framd í Danmark, sigur felagið á ki.fo.

 - Sum felag halda vit grundleggjandi, at fólk hava uppiborið ein kjans afturat, men í hesum føri er tað tíverri ein sannroynd, at vit hava gjørt eina skeiva meting, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

Patrick da Silva var dømdur 20 daga treytaða fongsulsrevsing fyri blygnaðarskemd móti 14 ára gamlari gentu stutt fyri, at hann fekk sáttmála við KÍ kappingarárið 2022. Tá segði táverandi KÍ-venjarin, Mikkjal Thomassen, soleiðis við Kringvarpið.

 - Vit hava hugt nøkternt upp á spurningin. Út frá okkara sjónarhorni er hann ikki til vanda, og tað er í ordan at geva einum slíkum menniskja ein nýggjan kjans, og so má hann prógva, at vit hava gjørt tað rætta, tá ið vit geva honum ein nýggjan kjans

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. mars
Morgunlestur leygardagur 1. mars 2025
187869
Fríggjadag 28. februar
Vikuskiftið 28 februar 2025
188454
Fríggjadag 28. februar
Breddin: Politiska støðan og snús
188439
Fríggjadag 28. februar
Morgunlestur fríggjadagur 28. februar 2025
187868
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381