Rætturin viðger mál um blúnisbrot móti 12 kvinnum

Rætturin viðger mál um blúnisbrot móti 12 kvinnum
Ákærdi maðurin hevur sambært ákæruritinum framt brotini frá 2018 til 2021. Hann noktar seg sekan
Føroya rættur hevur sett fimm dagar av til viðgerðina. (Savnsmynd)
 
21.10.2024 - 11:01

Føroya rættur er í dag farin at viðgera eitt rættarmál, har ein 58 ára gamal maður er ákærdur fyri at hava framt blúnisbrot móti 12 kvinnum, meðan hann gav teimum viðgerðir á sínum viðgerðarstovum í Havn og Klaksvík. 

Maðurin hevur sambært ákæruritinum framt hesi brotini frá 2018 til 2021.

Málið í Føroya rætti verður viðgjørt við dómsmonnum. Dómsmenn eru vanlig fólk uttan løgfrøðiliga bakgrund, sum viðgera revsimál, tá kravið er fongsulsrevsing, ið er seks mánaðir ella meira.

Ákærdi maðurin noktar seg sekan.

Fimm dagar eru settir av til málið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008