Lærarafelagið: Eingin samanhangur millum ætlan og játtan

Lærarafelagið: Eingin samanhangur millum ætlan og játtan
Formaðurin í Lærarafelagnum finst at landsstýrinum, nú fólkaskúlin skal spara góðar fimm milliónir kr. á fíggjarlógini næsta ár.
Jacob Eli S. Olsen er formaður í Lærarafelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.10.2024 - 12:25

- Tað er ikki samanhangur millum tað, sum landsstýrismaðurin við undirvísingarmálum sigur og tað sum samgongan vísir í fíggjarlógaruppskotinum. 

Tað sigur Jacob Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, nú fólkaskúlin samanlagt skal spara 5,2 milliónir krónur, sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár:

 

10102024_Jacob_Eli

 

Fólkaskúlin skal spara 5,2 milliónir kr. á fíggjarlógini næsta ár. (Savnsmynd)

 

Formaðurin í lærarafelagnum leggur afturat, at samstundis sum skorið verður fíggjarliga, gevast fleiri tænastumenn fyri aldur.

Í teirra stað koma lærarar, sum ikki eru tænastumenn, og pensjónin hjá nýggju lærarunum fer av kontuni hjá fólkaskúlanum á fíggjarlógini. 

Eisini tað ger raksturin av fólkaskúlanum dýrari, og hetta vísir eisini, at eingin samanhangur er millum ætlanirnar hjá landsstýrismanninum og tað, sum fíggjarógaruppskotið vísir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719
Mánadag 30. desember
Veðrið
185702
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655
Sunnudag 29. desember
Andakt við Hanusi á Gørðum
185653
Sunnudag 29. desember
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
185656