Ingilín er ósamd við landsstýrismálanevndina

Ingilín er ósamd við landsstýrismálanevndina
Landsstýriskvinnan sigur, at hon er grundleggjandi ósamd við niðurstøðuna og grundgevur fyri, at hon ikki hevur borið løgtinginum skeivar upplýsingar
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, hevur svarað landsstýrismálanevndini um fyribils niðurstøðuna.
 
08.10.2024 - 11:08

Ingilín D. Strøm hevur latið landsstýrismálanevndini svar upp á fyribils niðurstøðuna hjá nevndini.

- Eg havi í gjár latið landsstýrismálanevndini ummælisskriv viðvíkjandi fyribilsniðurstøðuni hjá nevndini. Eg eri grundleggjandi ósamd við niðurstøðuna og havi grundgivið fyri, at eg á ongan hátt havi borið løgtinginum skeivar upplýsingar. Eg ivist ikki í, at landsstýrismálanevndin viðger mínar viðmerkingarnar í tí álvara, sum málið krevur, sigur Ingilín D. Strøm, í skrivligari viðmerking til Kringvarpið.

Málið byrjaði 2. mai í ár, tá ið løgtingið skuldi taka endaliga støðu til eitt lógaruppskot frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, um at broyta lógina um Bústaðir, so felagið millum annað fær loyvi at læna meira pengar.

Men frammanundan - í mars - hevði Landsgrannskoðanin sett spurnartekn við langtíðarfíggjarstøðuna hjá Bústøðum. Hetta var nakað, sum fekk tingfólk at ivast í, um rætt var at samtykkja uppskotið hjá landsstýriskvinnuni júst tá.

Kortini segði Ingilín D. Strøm hetta á løgtingsfundinum 2. mai, tá málið var til triðju viðgerð.

"Eg havi ongar ábendingar um, at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum hjá Búðstøðum".

Men Jacob Vestergaard og Erling Eidesgaard, sum báðir eru løgtingsgrannskoðarar, høvdu illgruna um júst tað øvugta.

Kortini helt Ingilín D. Strøm fast við sítt.

Og hetta var, sambært Jacobi Vestergaard, at tosa ímóti betri vitandi. Tí kærdi hann eina viku seinni Ingilín D. Strøm til landsstýrismálanevndina.

Niðurstøðan hjá nevndini var, at ein samd landsstýrismálanevnd metir, at Ingilín D. Strøm hevur sagt ósatt fyri løgtinginum, og harvið brotið grein 5 í lógini um ábyrgd landssýrismanna. Tann greinin sigur, at eitt landsstýrisfólk hevur skyldu at siga satt fyri løgtinginum og skal ikki fjala upplýsingar.

Kringvarpið ætlaði at fáa eina samrøðu við landsstýriskvinnuna um málið, men hon vísir í staðin til skrivligu viðmerkingina. 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Týsdag 11. mars
Morgunlestur týsdagur 11. mars 2025
188898
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823