Kommunufelagið: Endurnýtslu- og bingjupláss mugu lata aftur

Kommunufelagið: Endurnýtslu- og bingjupláss mugu lata aftur
Kommunurnar finnast hvassliga at burturkastkunngerðini hjá landinum. Eingin kommuna hevur umstøður at lúka krøvini í kunngerðini
Krøvini eru so strong og umfatandi, at meginparturin av kommunalu endurnýtslu- og bingjuplássunum má lata aftur, sigur Kommunufelagið.
Mynd: IRF  
 
30.09.2024 - 08:29

Politikkurin hjá landinum um burturkast fær av at vita frá kommununum.

Sum Kommunufelagið lesur uppskotið um burturkastkunngerðina, verður avleiðingin, at kommunali geirin, bæði IRF og kommunurnar hvør sær, skulu gera íløgur fyri tíggjutals milliónir krónur.

Men sum skilst skal landið ikki rinda eina krónu.

Og krøvini eru so strong og umfatandi, at meginparturin av kommunalu endurnýtslu- og bingjuplássunum má lata aftur.

Eingin kommuna hevur í dag umstøður, sum gera tað møguligt at lúka krøvini í kunngerðini. 

 

Rinda fyri umhvørvispolitikkin hjá landinum
 
Við øðrum orðum skulu kommunurnar rinda fyri umhvørvispolikkin hjá landinum.

Tøkkin til fólk, sum skulu gjalda, er, at kommunan sannlíkt steingir staðbundna endurnýtsluplássið. 

Hetta kunnu vit sjálvsagt ikki góðtaka, sigur Kommunufelagið.

Tað krevur, at landsstýrið alt fyri eitt steðgar á og fær málið aftur á beint.

Talan er ikki um eitt uppskot, sum kann sigast at verða orðað í samráði við kommunurnar, sum sagt verður í innganginum, sigur Kommunufelagið eisini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Andaktin
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066