Avgerð tikin: ÍF og B68 taka dystin uppaftur

Avgerð tikin: ÍF og B68 taka dystin uppaftur
Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt av, at dysturin millum ÍF og B68, sum ikki varð spældur liðugur leygardagin, skal takast uppaftur í 89. minutti
 
30.09.2024 - 17:38

Um vikuskiftið bleiv dysturin millum fuglfirðingar og toftamenn blástur av, áðrenn dysturin var liðugur. Móti dystarenda bleiv ein áskoðari ússaligur, og fólk vórðu skelkað av hendingini.

Dómarin til dystin, Bjarki Danielsen, valdi at blása dystin av. 

Nú hevur Kappingarnevndin gjørt av, at dysturin skal spælast liðugur í annaðkvøld klokkan 17.30, og at dysturin verður tikin uppaftur í 89. minutti. Sum skilst skal spælast við somu spælarum, sum vóru á vøllinum, tá dysturin varð steðgaður.

Tá dysturin bleiv blástur av leygardagin var støðan 3-1 til B68. 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114