Dómur um fimm ára fongsulsrevsing stendur við

Dómur um fimm ára fongsulsrevsing stendur við
Maðurin er m.a. dømdur fyri neyðtøku, og dómurin er ikki skotin inn fyri landsrættin
Dómurin í Føroya rætti stendur við.
 
27.09.2024 - 08:32

Dómurin hjá Føroya rætti, sum ein 21 ára gamal maður fekk fyri millum annað neyðtøku, stendur við.

Hann er ikki appelleraður til Landsrættin.

Maðurin fekk fimm ára fongulsrevsing.

Umframt fongsulsrevsing skal hann rinda gentunum, sum hann er dømdur at gera seg inn á, endurgjald, sum tilsaman er 190.000 krónur.

Ákæruvaldið kravdi millum fimm og hálvtsætta ára treytaleysa fongsulsrevsing.

Verjin hjá tí 21 ára gamla manninum tað vera meira hóskandi, at talan var um hálvttriðja ára fongsulsrevsing, ein partur átti at vera treytaður.

Viðvíkjandi ákærunum um blúnisbrot og rúsevni, vísti verjin á bót sum hóskandi revsing.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109