Fleiri ábendingar um trupulleikar við haldførinum

Fleiri ábendingar um trupulleikar við haldførinum
Landsgrannskoðanin svaraði landsstýrismálanevndini um Húsalánsgrunnin, tá nevndin viðgjørdi klagu um Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu
Landsgrannskoðanin hevur gjørt greitt, at fleiri og týðiligar ábendingar eru um, at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum hjá Húsalánsgrunninum. (Savnsmynd)
 
26.09.2024 - 09:37

- Fleiri og týðiligar ábendingar eru um, at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum hjá Húsalánsgrunninum. 

Tað sigur Landsgrannskoðanin í svari til landsstýrismálanevndina, tá ið hon spurdi um haldføri hjá Húsalánsgrunninum í sambandi við embætisførsluna hjá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu.

Í svarinum stendur, at sambært stakroyndum hjá Landsgrannskoðanini hevði Húsalánsgrunnurin í flestu førum slakað í kravinum um, at húsaleigan skal rinda langtíðarviðíkahald og grundgjald. 

Í summum førum svaraði húsaleigan bert til fíggjarkostnað og rakk ikki til rakstrarkostnað, stendur í svarinum.

Les svarið frá Landsgrannskoðanini til landsstýrismálanevndina her.

 

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna. 

 

Sagt ósatt

Mánadagin kom niðurstøðan hjá Landsstýrismálanevndini um landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. 

Landsstýrismálanevndin metir, at Ingilín D. Strøm hevur sagt ósatt fyri løgtinginum, og harvið brotið grein 5 í lógini um ábyrgd landsstýrismanna. Tann greinin sigur, at eitt landsstýrisfólk hevur skyldu at siga satt fyri løgtinginum, og skal ikki fjala upplýsingar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

26092024_Ingilin_og_landsgrannskodan

 

 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Andaktin
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066