Kostar 40-50 milliónir, um pensjónin ikki verður mótroknað

Kostar 40-50 milliónir, um pensjónin ikki verður mótroknað
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum hevur svarað Hans Jacob Thomsen, løgtingsmanni
Var arbeiðsinntøka ikki mótroknað í pensjónini, var eingin meining við útsettari pensjón, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum. (Savnsmynd)
 
24.09.2024 - 09:19

Ein leyslig meting hjá Almanna- og Mentamálaráðnum sigur, at fólkapensjónin hevði kostað 40-50 mió. kr. meira í fjør, um arbeiðsløn ikki taldi við í inntøkugrundarlagnum hjá fólkapensjónistum.

Men tá eru tey ikki við, sum hava úsetta pensjón.

Var arbeiðsinntøka ikki mótroknað í pensjónini, var eingin meining við útsettari pensjón.

 

Útsett pensjón

500 fólk hava útsetta pensjón.

Skuldu tey havt fulla fólkapensjón, vóru útreiðslurnar til fólkapensjón 50 mió. kr. størri í fjør.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum hevur svarað Hans Jacob Thomsen, løgtingsmanni.

Hann spurdi um mótrokning í fólkapensjónini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949