- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atli og Heidi best í august
Liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, og NSÍ-framherjin Heidi Sevdal vóru bestu spælararnir í fremstu fótbóltsdeildunum í august.
Tey fingu heiðurin handaðan undan dystunum um vikuskiftið, skrivar fsf.fo.
- Ja, hvat skal man siga. Hetta kom eitt sindur óvæntað, tí vanliga eru tað teir framrættaðu spælararnir, ið fáa allar hesar heiðararnar – og tað hava teir nokk eisini allir uppiborið. Men eg eri glaður fyri hendan heiður, og tað fløvur eitt hálvgamalt hjarta, segði Atli Gregersen við heimasíðuna hjá FSF.
Verjuskansin hjá teimum ljósabláu hevur sum heild havt eitt frálíkt kappingarár, hóast fyrrverandi landsliðsmaðurin er blivin 42 ár. Víkingur hevur bert latið 10 mál inn í landskappingini higartil, og í august vunnu Atli Gregersen og teir allar fýra landskappingardystirnar.
Heidi og NSÍ vælspælandi
Í bestu deildini við kvinnum var tað eisini ein veteranur, sum fór avstað við heiðrinum.
Áðrenn dystin við Løkin millum NSÍ og Víking var Heidi Sevdal kunngjørd sum besti spælari í august mánað. Heidi hevur í nógv á verið ein av profilunum í bestu deildini í Føroyum, og í ár er einki undantak.
Heidi Sevdal og Andrias Lamhauge, næstformaður í NSÍ. MYND: Hans Erik Danielsen
- Eg eri rættuliga bilsin av, at eg bleiv vald hesaferð, tí eg haldi, at fleiri av mínum viðleikarum líka so væl kundu fingið hendan heiður. Men eg eri samstundis errin og glað, tí tað er eitt stórt herðaklapp og ein viðurkenning at fáa, segði Heidi Sevdal við fsf.fo.
Tað eru landsliðsvenjarar, venjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið velja besta spælara hvønn mánað