- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍF javnaði í evstu løtu
Við máli frá Tony Hammer Weyhe, tá bert sjey sekund vóru eftir av dystinum ímóti Neistanum, tryggjaði KÍF sær sítt fyrsta stig í landskappingini hjá monnum.
Tað vóru annars gestirnir, sum fóru framum tíðliga og vóru nær við at fara við øllum, áðrenn heimaliðið javnaði til 23-23.
Kyndil, sum vann grannauppgerðina á Neistanum í 1. umfari, tók ímóti StÍF á Hálsi, har gestirnir fóru við sigrinum. Tað gekk javnt á, heilt til 10 minuttir vóru eftir. Tá skutu strandingar seks mál á rað og endaðu við at vinna dystin 29-25. StÍF hevur vunnið báðar sínar dystir higartil.
Í triðja dystinum í Burn-deildini vann VÍF heili 39-22 á Team Klaksvík. Sjúrður Olsen var toppskjútti hjá vestmenningum við 12 málum (fimm upp á brotskast), meðan Mathias Lassen Samuelsen skoraði fimm ferðir fyri heimaliðið.
Tríggir stórsigrar hjá kvinnum
Lítil og eingin spenningur var í teimum trimum dystunum í SMS-deildini sunnudagin.
Kyndil vann heili 39-15 á StÍF. Turið Arge Samuelsen var toppskjútti á Hálsi við 10 málum, og Nadja Pejovic vísti eisini skotstyrki við níggju málum fyri heimaliðið.
VÍF vitjaði Stjørnuna í Klaksvík, og har vunnu vestmenningar 39-20. Næstan allar í gulum komu á máltalvuna, men raskast var Rakul Borgarlíð Joensen, sum skoraði sjey ferðir.
Í triðja dystinum hetta umfarið vann Neistin 30-23 á EB í høllini á Eiði. Lív Rouch skoraði seks mál fyri gestirnar.
H71 og Kyndil eru fremst í SMS-deildini við fýra stigum í part.