- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ fór framum HB - Víkingur ónervað
Við sigursmálið frá Páll Klettskarð, longu tá ið seks minuttir vóru spældir, vann KÍ á HB í klassikaranum við Djúpumýrar.
Klaksvíkingar eru nú á 2. plássi, trý stig framman fyri HB, sum hevur tapt tríggjar ferðir upp í slag í landskappingini og hevur spælt ein dyst meir enn hini bæði liðini í topp-trý.
Einasta liðið, sum rennur líka skjótt sum KÍ í løtuni, er oddaliðið Víkingur. Teir ljósabláu tykjast ónervaðir av gongdini hjá hinum, og vunnu eisini sín dyst ímóti B68 á Svangaskarði.
Jørgen Nielsen legði gestirnar framum fyri steðgin, og í seinna hálvleiki økti Sølvi Vatnhamar um leiðsluna og tryggjaði Víkingi sín 20. landskappingarsigur av teimum 21 spældu. B68, sum minkaði um munin til 2-1 í evstu løtu, er hinvegin í stórum trupulleikum á næstniðasta plássi.
EB/Streymur nærkast bjargingini
Tað eru teir millum annað tí, at EB/Streymur nærum staðfesti, at felagið eisini verður at síggja í Betri-deildini næsta kappingarár. Boubacar Dabo og Emil Weihe Joensen skutu málini í 2-1 sigrinum á ÍF við Margáir.
EB/Streymur er nú á 7. plássi við 19 stigum - tað er fimm meir enn toftamenn. Skála er á 8. plássi við 18 stigum. Í gjár vunnu teir appilsingulu 4-1 á 07 Vestri við málum frá Maxwell Michael Effiom (2), Karl Martin Johansen (br.) og Ragnari Skála.
Fimti dysturin í 22. umfari var í Gundadali millum B36 og NSÍ, har heimaliðið royndi at nærkast gestunum og koma upp á 4. pláss. Zean Peetz Dalügge gjørdi sítt við málum til 1-0 og 2-1, men fyrst javnaði Jasper Van Der Heyden, og síðan Petur Knudsen við brotssparki.
NSÍ er tí framvegis fimm stig framman fyri B36.